Í dag var Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um finaluna til SkúlaFM 2021. Hetta er 11. árið, at skipað verður fyri tiltakinum, og hesuferð løgdu virkisfúsir næmingar frá fimm ymiskum skúlum í Føroyum fram virkishugskot.

Vinnarin av SkúlaFM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr rávørum við denti á burðardygd og avmarking av burturkasti. Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir, sum báðar ganga á NámX, mynda vinnandi bólkin DUEL.

“Sum høvuðsstuðul hjá Íverksetarahúsinum, stuðla vit undir nýhugsan og íverksetaraumhvørvinum í Føroyum. Við tiltøkum sum SkúlaFM eru vit eisini við til at seta íverksetan á breddan í skúlum, og hesum eru vit errin av” – sigur Eva Skeel Nolsø, Marknaðarstjóri á Føroya Tele.

Í metingunum legði dómsnevndin dent á, at vinnandi bólkurin megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað óneyðugt burtur. Bólkurin hevði eisini gjørt eina góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómararnar.

Nummar tvey í kappingini gjørdist Re-ball frá Skúlanum á Giljanesi, ið hevði framleitt taskur úr gomlum fótbóltum. Á triðja pláss endaðu Fríkorter fyri øll frá Skúlanum av Fløtum, sum høvdu ment eina loysn, ið eggjaði skúlanæmingum at spæla meira borðspøl.

Umframt heiðurin, fær vinnandi bólkurin møguleika at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Kappingin svarar til eina danska útgávu av SkúlaFT og verður 15. apríl.

SkúlaFM stuðlar undir at læra tey ungu at menna hugskot til nýggjar vørur og tænastur, og at fremja hesi í verki. Harafturat nema tey ungu sær royndir at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar. At vera partur av kapping sum hesari, er ikki bert læruríkt fyri næmingarnar, men eisini fyri áskoðararnar, tí tey fáa innlit kreativitetin, hugskotini og tankagongdina hjá teimum ungu. “Tað er sunt fyri samfelagið at seta fokus á møguleikan at stovna egið virki, og tiltakið stuðlar somuleiðis undir, at nýggir føroyskir íversetaraspírar spretta” – sigur Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarafelganum.

Í dómsnevndini sótu Eva Skeel Nolsø frá Føroya Tele, Margareth Djurhuus frá Betri Samtakinum, Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina. Tiltakið varð stroymt beinleiðis á www.iverksetan.fo, og tilber framvegis at síggja framløgurnar har.