Komandi tvær vikurnar verða ætlaðar ábøtur gjørdar á Shefa-kaðalin við Orkoyggjarnar og Hetland. Umvælningararbeiðið fer væntandi ikki at ávirka breiðbandstænasturnar í Føroyum.

 

​Botnviðurskiftir í ávísum økjum, har Shefa-kaðalin liggur, hava við sær, at neyðugt er at gera fyribyrgjandi umvælingar á kaðalin. Arbeiðið væntast at taka tvær vikur og meðan ábøturnar verða gjørdar á kaðalin, fer ferðslan til útlandið umvegis hini sjókaðalsambondini, Cantat og Farice.

Umvælningarnar fara væntandi ikki at merkjast á breiðbandstænastunum í Føroyum