Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing, har tú móttekur sms-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum, at boðini eru frá Samleikanum – tað eru tey ikki. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.
Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd. Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.
Herferðin hevur verið umfatandi seinastu dagarnar og boðini koma frá nógvum ymiskum numrum. Eisini hava nógv ymisk leinki verið í boðunum. Føroya Tele samstarvar við avvarðandi myndugleikar við at blokera nummur, ið senda svikboð, og leinkini, sum tey vísa til.
Tó eru svikararnir enn virknir við at broyta telefonnummurini og leinkini, so tað er møguligt, at kundar móttaka boð við virknum leinkjum. Boð kunnu eisini koma frá øðrum keldum, t.d. við telduposti, iMessage ella Messenger.
Vit mæla altíð kundum til at vísa varsemi og ikki trýsta á ókend leinki. Ert tú í iva, um tú hevur fingið eini svikboð, mæla vit til at taka samband við viðkomandi veitara á annan hátt, t.d. at ringja til tey og spyrja, um tey hava sent boðini.
Mynd: Talgildu Føroyar
