Í gjár var finalan í SkúlaFM 2026. Hetta er 16. árið, at skipað verður fyri tiltakinum, og hesa ferð løgdu virkisfúsir næmingar frá sjey ymiskum skúlum í Føroyum fram síni hugskot.

Føroya Tele hevur umboð í dómsnevndini og stuðlar kappingini við vinningi til besta liðið.

Vinnarin av SkúlaFM 2026 gjørdist Sjógló úr Eysturskúlanum í Havn, sum hevur ment eina verkætlan um at gera vitaminir úr fiskaskræðu. Verkætlanin sameinir nýskapan, burðardygd og føroyskt tilfeingi. Hugskotið er at gagnnýta føroyska rávøru og menna hana til eina nýggja vøru við hægri virði. Hetta er ein umhvørvistilvitað loysn, sum samstundis kann styrkja føroyska vinnu við at gagnnýta tilfeingi, sum annars ofta ikki verður brúkt til fulnar

Dómararnir vóru serliga hugtiknir av, hvussu nógv arbeiði bólkurin hevði lagt í verkætlanina. Næmingarnir hava tosað við serfrøðingar, fyritøkur og stovnar og hava eisini framleitt eina væl gjøgnumhugsaða prototypu í flottum sniði. Verkætlanin hevði eina væl útgreinaða fíggjarætlan og realistiskar ætlanir fyri bæði framleiðslu og marknaðarføring – eisini uttan fyri Føroyar.

Í Sjógló eru næmingarnir: Elin Joensen, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Heiðrun T. Lisberg og Nikolinu Flora Højgaard Kristjansdóttir.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna SkúlaFM, møguleikan at taka lut í donsku íverksetarakappingini fyri skúlaungdóm, Next Level, sum verður í Kolding tann 21. apríl.

Føroya Tele ynskir Sjógló hjartaliga til lukku við heiðrinum.