1. ReikaSumHeima
ReikaSumHeima er uttanlandstænasta og kostar 125 krónur eyka um mánaðin, sama um tú hevur eitt hald ella upp til seks hald knýtt saman.
Hevur tú ReikaSumHeima+, sum knýtir seg at haldunum 30GB, 50GB og 70GB, kanst tú hvønn mánað tosa 30 tímar úr Føroyum til galdandi lond, tosa aðrar 30 tímar í og úr galdandi londum, senda í alt 1000 sms til, í, og úr galdandi londum og brúka íroknað data – tó í mesta lagi 50GB – í galdandi londum.
ReikaSumHeima+ er galdandi í øllum Evropa og Ísrael, og harumframt er tað galdandi í fleiri øðrum londum uttan fyri Evropa.
Hevur tú ReikaSumHeima, sum knýtir seg at haldunum 1GB, 10GB og 20GB, kanst tú hvønn mánað tosa 20 tímar úr Føroyum til galdandi lond, tosa aðrar 20 tímar í og úr galdandi londum, senda í alt 1000 sms til, í, og úr galdandi londum og brúka íroknað data – tó í mesta lagi 30GB – í galdandi londum.
ReikaSumHeima er galdandi í øllum Evropa og Ísrael.
Kunna teg um lond og alt, sum er vert at vita um ReikaSumHeima, her.
2. SIM-kort og eSIM
SIM-kortið gevur tær betri uppliving, tá ið tú brúkar fartelefonina á netunum hjá útlendsku televeitarunum, sum vit hava avtalu við. Tískil eigur tú at halda eyga við, um tú hevur nýggjasta SIM-kortið, sum vit veita okkara kundum.
SIM-kort fæst ókeypis í Telebúðunum, og vit hjálpa tær fegin at kanna og skifta. Kanna sjálv/ur, um tú hevur nýggjasta SIM-kortið, her.
Hevur tú eitt eSIM-kort, sum er av eldri tøkni, kann tað órógva tænastu uttanlands. Tískil er tað skilagott at halda eyga við, um títt eSIM-kort er av nýggjastu tøkni. Um tú hevur tú eitt eSIM, ið skal dagførast, hevur tú fingið SMS-boð frá okkum. Les meira um, hvussu tú dagførir títt eSIM her.
3. Tala og data
Í flestum londum, har vit hava reikingaravtalur, brúka telefonveitarar ikki longur 3G. Tað merkir millum annað, at ikki ber til at reika á netinum (brúka data) og tosa í telefon samstundis, um veitarin ella telefonin ikki stuðlar VoLTE.
VoLTE er ein tænasta, sum er tøk fyri allar Føroya Tele kundar uttan eyka kostnað. Fyri tey allarflestu er tænastan sjálvvirkandi virkjað á fartelefonini og tað er ikki neyðugt at gera nakað. Les meira um VoLTE her.
4. APN-stillingar
APN-stillingar eru týdningarmiklar, tá ið tú brúkar fartelefonina uttanlands. Um internetið skal rigga, krevja fleiri útlendskir televeitarar, at APN er uppsett.
Tryggja tær tískil, at APN er rætt sett upp á tíni fartelefon. Set APN upp við at skriva internet í APN-stillingar á telefonini. Sí vegleiðingar her.
5. Føroya Tele konta
Í londum, har sum ReikaSumHeima ikki er galdandi, og har sum tað er gjørligt at reika, mást tú hava pening á tíni Føroya Tele kontu fyri at kunna tosa, smsa og brúka data.
Fyll pening á Føroya Tele kontuna ella keyp ein eyka datapakka við at rita inn á Mítt FT her. Tú kanst eisini fylla á við at senda eitt sms til 1990. Les meira um møguleikan við at fylla á við sms her.
Síggj prísir og landabólkar her.
6. Víðkað reiking
Víðkað reiking gevur atgongd og merkir heilt einfalt, at fartelefonin hjá tær virkar, tá ið tú ferðast. Tað eru tvær orsøkir til, at tú sjálv/ur skalt tendra víðkað reiking á tínum haldi.
Fyri tað fyrsta gevur víðkað reiking tær atgongd. Er víðkað reiking tendrað, sleppur tú á netið hjá øllum veitarum, sum vit hava avtalu við uttanlands.
Víðkað reiking er ikki ReikaSumHeima, men við víðkað reiking kanst tú ringja, smsa og brúka data treytað av, at tú hevur pening á tíni Føroya Tele kontu, og/ella at tú hevur keypt tær eyka data at brúka á ferðini.
Fyri tað næsta gevur víðkað reiking okkum heimild. Tá ið tú tendrar víðkað reiking, gevur tú okkum rætt til at trekkja pening av tínum gjaldskorti, sum er knýtt at tíni gjaldsavtalu, um tú kemur at tosa fyri meira enn upphæddina á tíni Føroya Tele kontu.
Verður peningur trektur av tínum gjaldskorti, verður altíð rundað upp til næsta hundrað. Restin av upphæddini verður sett inn á Føroya Tele kontuna. Tú fært eini sms-boð, hvørja ferð vit trekkja pening av tínum gjaldkorti.
Dømi: Um tú hevur 100 krónur á tíni Føroya Tele kontu, og tú tosar fyri 156 krónur, er tað ikki vist, at samrøðan verður avbrotin, tá tú fert framvið teimum 100 krónunum, sum hon vanliga ger. Men so skjótt vit hava skrásett nýtsluna, trekkja vit tær 100 krónurnar av tíni Føroya Tele kontu, umframt 100 krónur av tínum gjaldskorti; harav tær 56 krónurnar fara at dekka tína nýtslu, meðan hinar 44 krónurnar verða settar á tína Føroya Tele kontu.
Tú ritar inn á Mítt FT og tendrar víðkað reiking. Tá ið tú hevur tendrað víðkað reiking, verða eini sms-boð send til tín við eini kunning um, at víðkað reiking er tendrað.
Rita inn á Mítt FT her.
7. Sløkk, tendra og leita
Fyri tað fyrsta viðmæla vit, at tú altíð sløkkir fartelefonina heilt og ikki bara setur hana á flogstøðu (flight mode), tá ið tú ferðast millum lond – eisini úr Føroyum.
Fyri tað næsta er tað eisini altíð gott hugskot at sløkkja og tendra fartelefonina sum tað fyrsta, tá ið tú hevur trupulleikar við t.d. at fáa fartelefonsamband uttanlands.
Og í so fall, at tað ikki hjálpir at sløkkja og tendra fyri at fáa samband við veitararnar, sum vit hava avtalu við, er tað hent hugskot at leita manuelt eftir veitara.
Fylg hesi vegleiðing fyri at finna útav, hvussu tú leitar manuelt eftir veitarum. Gev gætur, at tað kann taka eina løtu at fáa møguligar veitarar fram, og viðhvørt er neyðugt at velja sama veitara tvær ferðir.
8. +298
Set altíð +298 og ikki 00298 framman fyri telefonnummarið, tá ið tú ringir til Føroya úr útlondum.
