Johnni M. Poulsen

Johnni M. Poulsen umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er valdur av landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Hann tók við sum stjóri í P/F Magn í oktober 2017 og hevur frammanundan drúgvar royndir sum fíggjarstjóri í P/F Magn í 10 ár. Johnni M. Poulsen hevur harumframt arbeitt í norðurlendsku fjarskiftisfyritøkuni Telia frá 1996 til 2002. Hann kom í nevndina í 2016.