Annbritt Tummasdóttir Nielsen
Annbritt Tummasdóttir Nielsen umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er vald av landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Annbritt hevur síðan januar 2019 starvast sum partnari hjá Momentum Consulting í Danmark, og hevur frammanundan drúgvar royndir frá millum annað Amrop og Hays. Annbritt kom í nevndina í 2020, og hevur frammanundan sitið í nevndini frá 2013-2019.