Status kl. 03.00 – Arbeiðið er liðugt.
Hevur tú trupulleikar, mæla vit til, at tú sløkkir og tendrar útgerðina aftur. Hjálpir tað ikki, kanst tú ringja til supportina á 80 80 80 og trýsta 3.
_____________________
Vegna dagføringar á Konnekta pallinum kann órógv væntast í kvøld, fríggjakvøldið 28. frá kl. 23.00, til kl. 06.00 leygarmorgunin 29. august. Tænastan kann eisini vera óvirkin í styttri tíðarskeiðum, meðan arbeiðið fer fram. Hetta fevnir um øll tól, sum brúka Konnekta, so sum fartelefonir, borðtelefonir og teldur.
Hevur tú trupulleikar, eftir at arbeiðið er liðugt, mæla vit til, at tú sløkkir og tendrar útgerðina aftur. Hjálpir tað ikki, kanst tú ringja til supportina á 80 80 80 og trýsta 3.
Vit biðja um umbering fyri órógvið.