Lýsingagrein: Øll kenna snillingin Brand, víkingin Odmar og generalin Hall. Fá munnu tó kenna tummilfingrastinna Trónd. Meðan fyrst nevndu tuska runt á vøllinum, er tað Tróndur, sum skal stýra landsliðið til sigurs í altjóða e-fótbóltskappingini, UEFA eEURO2021.
Grein í E11ivu, føroyskt fótbóltsmagasin
Tú ert ikki rættsiktaður. Ert tú ikki ov gamal til hatta? Hevur tú einki annað at gera? Fá tær eitt lív. Ger okkurt til nyttu. Sit ikki allatíð og spæl. Tú spillir tíðina burtur. Fá tær eitt arbeiði. Hatta er ikki sunt fyri teg. Tú verður heilavaskaður. Far út. Verð vaksin.
Fyri summi kann tað tykjast veruleikafjart at hugsa sær, at trøllvaksnir menn sita sum negldir framman fyri einum skíggja og spæla telduspøl hvønn dag, fleiri tímar um vikuna. Men tað er tann reini og beiski veruleiki í nútíðar og til tíðir ósamanhangandi heimi.
Í dag eru telduspøl ein viðurkend og væl umtókt ítróttagrein. E-ítróttur veksur við fúkandi ferð og er víðagitin fyri stóru penganøgdirnar, ið leikarar kappast um. Tað verður spáað, at e-ítróttur stendur á gáttini at yvirhála vanligar ítróttagreinar so sum amerikanskan fótbólt í 2021.
33 ára gamli vestmenningurin Tróndur Egholm Vørmadal er ein, ið elskar ta droymandi onlinelívið. Í hansara hugaheimi er tað púra vanligt at spæla telduspøl í gerandissjagginum, hóast hann hevur rundað tríati. Hann er eftir hondini ein garvað rotta, tá talan er um fótbóltsspælið Pro Evolution Soccer.
”Eg eri kanska heppin, tí ongin hevur sagt við meg, at eg skal lata vera, men eg skilji væl hugsanarháttin hjá summum. Tað er ikki soleiðis, at eg siti heima í berum undirbuksum við ostapops í skegginum og spæli Candycrush. Eg spæli, tí eg venji heilan og bjóði mær sjálvum av. Pro Evolution Soccer lærir meg at analysera, hvat mótparturin ger, og tað gera øll tey bestu spølini eisini”.
Tróndur er ikki øðrvísi enn onnur. Hann er arbeiðsformaður á Faroe Pelagic í Kollafirði og arbeiðir tískil í fiski, sum telist millum størstu vinnugreinar her heima. Men her steðgar søgan um arbeiðsformannin á Faroe Pelagic, tí Tróndur er nakað heilt annað eisini.
Hann er nevniliga Føroya besti e-fótbóltsleikari og er úttikin til føroyska e-landsliðið, sum skal dystast um eitt pláss í endaspælinum av altjóða e-fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO2021. Tískil eru allir tímarnir framman fyri skíggjanum ikki brúktir til fánýtis, tá ið alt kemur til stykkis.
”Eg rakti dagin, tá ið FM var. Hóast eg á pappírinum eri Føroya besti e-fótbóltsleikari, so haldi eg ikki sjálvur, at eg eri tað. Eg havi fleiri vinmenn, sum eru betri enn eg, og har eru heilt víst fleiri har úti. Tað hevði verið gott fyri kappingarstøðið, um fleiri hildu seg framat”.
Við fyrsta eygnakast líkist Tróndur ikki einum typiskum fótbóltsleikara, men tað er eisini í lagi. Í útsjónd minnir hann kanska mest um Zlatan við sínum myrka, langa hári og skeggi. Eitt er tó vist. Hann er eitt taktiskt flogvit, og tað er ein eginleiki, sum ein e-fótbóltsleikari skal hava.
Sum yngri tuskaði hann runt á fótbóltsvallum saman við sínum javnaldrum. Hann sleit gaggurnar í Sandavági og Sørvági, men gavst at spæla sum ungur tannáringur. Áhugan fyri fótbóltinum legði hann tó ikki á hillina. Í dag slítur hann tummalfingrarnar, meðan hann stýrir seg til sigurs í Pro Evolution Soccer.
Skrúða vit tíðina aftur, kom tað oftari enn so fyri, at Tróndur sat upp til 30 tímar um vikuna og spældi, men sum árini hava gingið, eru tímarnir samstundis fækkaðir. Pro Evolution kom fyrstu ferð á marknaðin í 2001, og Tróndur reið á bylgjuna alt fyri eitt.
”Eg spæli umleið 10 tímar um vikuna, men tað burdi verið nógv meira. Komandi tíðina fari eg sjálvandi at spæla nógv meira, so eg eri væl fyrireikaður til undankappingina saman við Hendrik og Heðin, sum eisini eru e-landsliðsleikarar”.
UEFA eEURO er reiðiliga nýtt í einum e-ítróttahøpi. Hetta er bert annað árið á rað, at UEFA skipar fyri kappingini, men tað tykist, at kappingin er komin fyri at vera, eins og e-ítróttur tók dik á seg fyrst í 2000 og kom sum ein hvirluvindur inn í ítróttaheimin.
”Fótbóltur og gaming hava altíð verið í ætt við hvørt annað. Tískil er tað ikki løgið, at e-fótbóltur vindur upp á seg, men nógv er hent seinastu árini. Nú eru pengar í spælinum, og tað ger, at fótbóltsfeløg og onnur dyrka e-fótbólt nógv meira í dag”.
Í dag hava stórfeløg sum Bayern og Juventus yrkisleikarar innan e-fótbólt, meðan fótbóltsdeildir sum Premier League, italska Serie A og týska Bundesligan javnseta e-fótbólt og skipa árliga fyri ePremier League, eSerie A og eBundesliga. Kortini er hetta ikki nakað, sum vekir ans hjá Trónda.
”Mín dreymur er ikki at kalla meg yrkisleikara í e-fótbólti. Eg vil bara spæla og vita, hvussu langt eg kann koma. Tað er fyrst og fremst hugni og samvera við vinmonnum, men nú fari eg til verka og eri til reiðar at geva teimum bestu ein skarpan gang. Í gaman er við eitt vorðið í álvara”.
Amatørarnir fara nú at fyrireika seg til kappingina. Ein greið ætlan skal leggjast fyri at basa teimum bestu, og dreymurin er sjálvandi at røkka endaspælinum, hóast tað er órealistiskt at hugsa sær. Flestu londini eru mannað við yrkisleikarum, ið hava taktiskar snildur.
”Vit kunnu altíð droyma, men tað er órealistiskt. Tað veldst sjálvandi um, hvørji mótstøðuliðini eru, men í flestum førum eru vit amatørar móti yrkisleikarum, ið hava taktiskar snildur og duga væl betri enn vit at brúka leikararnar”.
Finalan í UEFA eEURO2021 verður eftir ætlan í døgunum 9.-10. juli í London.