Telefonfundur

Telefonfundur er ein skipan, ið gevur tær møguleika at ringja tel. 902210 og tosa við tveir ella fleiri persónar samstundis. Telefonfundur er ein yvirtakserað tænasta og kostar fyri hvønn minutt.
Hetta eru galdandi minuttgjøld og uppringingargjald:

  • Frá fastnet: 1,20 kr/min.
  • Frá fartelefon: 1,20 kr/min.
  • Úr útlondum: Galdandi takstur
  • Uppringingargjald: 0,40 kr.

Prísirnir eru uttan mvg.

Vegleiðing
Tá ið ringt verður upp á tænastuna, fær kundin eina lýsing av tænastuni. Kundin verður biðin um at sláa eitt loynital inn, sum er 6 tekn. Møgulig loynitøl vísa á ein verandi ella ein nýggjan fund. Til hvønn telefonfund kunnu 3-10 luttakarar verða á samstundis. Fyri hvønn nýggjan luttakara verða boð givin til hinar. Tá ið fundurin er fult teknaður, t.e. tá hægsta tal av luttakarum hevur fingið samband, verða allar nýggjar royndir at koma inn á fundin burturvístar.

  • Fyrsti luttakari
    Fyrsti kundin á fundinum fær støðugt at vita, at hann er einasti luttakari.
  • Nýggir luttakarar
    Kundar, sum ringja til telefonfundin við sama loynitali, verða knýttir til sama fund. Somuleiðis verður boðað frá hvørja ferð, at ein nýggjur luttakari verður knýttur til fundin.
  • Fundarlok
    Fundurin er lokin, tá ið hornið verður lagt á. Eingi boð koma, tá ið ein luttakari fer av fundinum.
  • Seinasti luttakarin
    Tann luttakarin, sum er síðstur á fundinum, fær boð um, at hann er tann einasti, sum er eftir. Tá síðsti luttakarin leggur á, verður loynitalið strikað.
  • Fundarlongd
    Telefonfundir eru settir at kunna vara í 2 tímar. Tá 10 min. eru eftir, verður boðað frá, at tíðin er um at verða brúkt. Áðrenn fundurin verður endaliga avbrotin, koma somuleiðis eini boð.
  • Eingin atgongd
    Ringir ein kundi á ein fund, sum er fult bókaður, fær hann boð um hetta. Er útbúnaðurin óatkomuligur, fær kundin boð, at fundurin er upptikin.

So lætt er tað
Frammanundan hava tey, sum skulu luttaka á fundinum, avtalað eina tíð og eitt loynital við 6 teknum.
Ert tú í Føroyum, ringir tú tel. 90 22 10
Ert tú uttanlands, ringir tú tel. 44 22 10

Fyrsti luttakari slær inn loyniorð og tal av luttakarum. Hinir sláa bert loynitalið.
Hvør luttakari, sum ringir inn á telefonfundin, rindar fyri tað tíðarskeiðið hann er á.