Telefonfundur
Telefonfundur er ein skipan, ið gevur tær møguleika at ringja tel. 902210 og tosa við tveir ella fleiri persónar samstundis. Telefonfundur er ein yvirtakserað tænasta og kostar fyri hvønn minutt.
Hetta eru galdandi minuttgjøld og uppringingargjald:
- Frá fastnet: 1,20 kr/min.
- Frá fartelefon: 1,20 kr/min.
- Úr útlondum: Galdandi takstur
- Uppringingargjald: 0,40 kr.
Prísirnir eru uttan mvg.
Tá ið ringt verður upp á tænastuna, fær kundin eina lýsing av tænastuni. Kundin verður biðin um at sláa eitt loynital inn, sum er 6 tekn. Møgulig loynitøl vísa á ein verandi ella ein nýggjan fund.
Til hvønn telefonfund kunnu 3-10 luttakarar verða á samstundis. Fyri hvønn nýggjan luttakara verða boð givin til hinar.
Tá ið fundurin er fult teknaður, t.e. tá hægsta tal av luttakarum hevur fingið samband, verða allar nýggjar royndir at koma inn á fundin burturvístar.