Ung á netinum

Hvussu eru vit foreldur at
talgildum ungum?


Talgildi heimurin er fullur av møguleikum, men eisini vandum, sum kunnu hava neiliga ávirkan á børn og ung. Vit hava savnað góð ráð, hvussu foreldur og avvarandi kunnu skapa tyggari karmar, tá ið børn og ung ferðast á netinum.

Tosa saman

Vís áhuga og tosa opið um netvanar og spøl, og tryggja barninum, at tað altíð kann venda sær til tín við spurningum.

Set mørk

Set mørk fyri, hvørjar appir barnið kann brúka. YouTube, TikTok, Instagram og Snapchat hava til dømis ásett aldursmark.

Ver ein fyrimynd

Ver ein góð fyrimynd og hugsa um egna skermnýtslu, og minst til at greiða frá, hví reglurnar eru øðrvísi fyri børn og vaksin.

Ábyrgd í talgilda heiminum

Talgild fótaspor

Vit seta øll spor eftir okkum í talgilda heiminum. Hvørja ferð vit leita á Google, hyggja eftir einum filmi á YouTube, ella skriva upplýsingar um okkum sjálvi á sosialum miðlum, verða talgild spor skapt. Ein góð regla fyri yngri børn er, at tey ongantíð skulu deila navn, telefonnummar ella myndir uttan samtykki frá foreldrum ella verja. Hjá eldri børnum, sum brúka sosialar miðlar so sum Facebook ella Instagram, er tað týdningarmikið at vera kritisk og varin við, hvørjar persónligar upplýsingar og myndir tey leggja út.

Hugsa kritiskt

Børn, eins og vaksin, skulu vera tilvitað um, at ikki øll kunning á netinum er røtt, álítandi ella viðkomandi. Tað er týdningarmikið at læra børn at meta um kunning, sum tey koma fram á, og hugsa kritiskt, áðrenn tey hava álit á tí. Tað er eisini umráðandi at vera varin við ókendar persónar á netinum. Lærið barnið, at tað ikki altíð er lætt at vita, hvør er hinumegin skíggjan, og at tað er í lagi at siga nei at samskifta við ókendar persónar.

“Tá ein mynd ella ein tekstur verður lagt út á netið, er tað næstan ógjørligt at fáa tamarhald á, hvør sær tað, ella hvussu tað verður brúkt.”

Eilev Sivertsen
Trygdarstjóri, Føroya Tele

Soleiðis tendrar tú foreldraumsjón á iPhone


Fyri at fylgja hesi vegleiðing, skalt tú fyrst stovna barninum eitt Apple-id.

Fylg vegleiðingini í filmsbrotinum.

  • Far inná “Indstillinger” og trýst á títt barn
  • Vel “Skærmtid”, og trýst á “Fortsæt”.
  • Nú kanst tú avmarkað, hvat innihald barnið hevur atgongd til
  • Trýst á “Fortsæt” og síðani kanst tú velja “Skærmfri tid”
  • Á “Skærmfri tid” kanst tú velja tíðspunkt
  • Síðani kanst tú avmarka tíð á appum og síðum
  • Eftir hetta, velur tú eina kotu, sum skal brúkast um foreldraumsjón skal broytast

Hendan vegleiðingin hjálpir tær at tendra foreldraumsjón og avmarkingar á iPhone, so tað verður tryggari hjá barninum at brúka telefonina.

Soleiðis tendrar tú foreldraumsjón á Android



Fylg vegleiðingini í filmsbrotinum.

  • Far inná “Play Butik”-appina
  • Trýst á menu ovast í vinstra horni
  • Skrolla og trýst á “Indstillinger”
  • Vel “Børnesikring” og tendra
  • Vel pinkotu, soleiðis at onnur ikki kunnu fara inná og broyta stillingarnar
  • Nú kanst tú velja at avmarka skermtíð í appum og spølum

Hendan vegleiðingin hjálpir tær at tendra foreldraumsjón og avmarkingar á Android, so tað verður tryggari hjá barninum at brúka telefonina.


Hjálp tínum barni at ferðast tryggari á netinum

Ynskir tú fleiri góð ráð til skíggjanýtslu og hvussu børn kunnu ferðast tryggari á netinum, kanst tú vitja hesar heimasíður:

“Børns vilkår” hevur vegleiðingar til skíggjanýtslu í familjuni:
www.bornsvilkar.dk/skaermguiden/

SSP hevur savnað góð ráð til at ferðast á netinum:
www.ssp.fo/ferdast-a-netinum/um-at-ferdast-a-netinum/

116 111 Tú og Eg Ráðgevingin bjóðar ókeypis ráðgeving til børn og ung:
www.116111.org/




Family Link

Family Link riggar bæði til Apple og Android, og hjálpir tær at avgerða, hvat riggar best til tína familju. Tú fært millum annað brúkarvinarlig amboð, so tú kanst stýra privati-stillingum og fylgja við, hvussu títt barn brúkar tíðina á telefonini.

Les meira um, hvussu tú brúkar Family Link her: www.familylink/da







Poddvarp um børn og trygd á netinum

Kvinna hevur gjørt poddvarpsrøð um børn og trygd á netinum í samstarvi við okkum. Hoyr poddvarpsrøðina her.