Zyxel Parental Control


Tú kanst seta skíggjafrí upp við Mpro Mesh appini ella við at fara inn á beinaran, sum lýst niðanfyri.

Appin kann heintast her:


Uppseting á beinaranum

Far inn á 192.168.1.1

Loyniorðið til umsiting av beinaranum og tær tráðleysu upplýsingarnar, finnur tú á einum lepa aftanfyri á beinaranum, um hetta er óbroytt.

Trýst á 3 linjurnar ovast til høgru

Vel Security > Parental Control

Tendra Parental Control og vel “Add more Profile”

Gev profilinum eitt “Navn,” vel eindirnar, ið skulu avmarkast, og trýst á “Next.”  


 
Her kanst tú velja tíðspunkt og dagar, nær tíðaravmarkingar fyri netnýtslu skulu vera galdandi fyri valdu eindinar. Tú hevur møguleika at leggja fleiri tíðarskeið afturat við at trýsta á “Add New Schedule.”

At enda trýstir tú á “Save,” og profilurin er klárur.