Hvussu uppseti eg signatur, sjálvvirkandi svar og víðarisending á mínum Føroya Tele telduposti?
Um tú til dømis hevur eina mail.fo, email.fo, olivant.fo ella aðra teldupostaddressu, sum er frá Føroya Tele, so uppsetir tú signatur, sjálvvirkandi svar og víðarisending soleiðis:
Rita inn
1. Far inn á ‘webmail.olivant.fo‘.
2. Skriva teldupostbústaðin.
3. Trýst á Víðari/Next.
4. Skriva loyniorðið.
5. Set prikkin í Minst til mín/Keep me signed in, um kagarin skal minnast til loyniorðið.
6. Trýst síðani á Rita inn/Sign in.
7. Trýst á myndina ovast í høgra horni og síðani á Møguleikar/Options
Signatur
Far inn á Teldupost/Mail og síðani Undirskrift/Signature, trýst síðani á Legg avtrat/Add og skriva boðini í kassan á høgru síðu. Trýst á OK fyri at goyma uppsetanina.
Víðarisendingar
Trýst á Teldupost/Mail og síðani á Forwarder og skriva teldupost addressuna, sum teldupostarnir skulu víðarisendast til undir Víðaristill til/Forward to og trýst síðani á OK.
Sjálvvirkandi svarari/Autoresponder
Trýst so á Mail og síðani Autoresponder
- Vel hvat autosvararin skal gera undir Støða/Mode
- Skriva evni sum móttakarin fær undir Evni/Subject
- Skriva boðini, sum verða send undir Tekstur/Text
- Set dato, nær autosvararin skal verða virkin undir Bert svara aftur millum/Respond only if between
- Um summar teldupostaddressur ikki skulu hava sjálvvirkandi svar, kanst tú skriva tær undir Ongin aftursvarari fyri/No Responder For
- Trýst á OK fyri at goyma broytingarnar