Uppsetan Zyxel VMG8825-B50B

Soleiðis setur tú beinaran til
  1. Set DSL leidningin í tað gráa stikkið.
  2. Teldur og aðrar eindir, ið brúka LAN-samband, skulu knýtast til tey gulu stikkini.
  3. Set streymleidningin í tað svarta stikkið.
  4. WAN (tað bláa) skal bert brúkast, um tú hevur fipur samband, annars skal einki setast til her.

GG: Vit skulu gera vart við, at Føroya Tele hevur sjálvvirkandi rættindi at umsita hesa eindina. Hetta merkir, at vit kunnu tillaga eindina til tørvin hjá einstaka kundanum, uppstiga og rætta møguligar feilir á eindini v.m.

Víst verður annars til viðskiftatreytirnar fyri breiðbandi hjá Føroya Tele.

Tráðleys uppsetan á tínum Zyxel VMG8825-B50B

Far inn á 192.168.1.1

Loyniorðið til umsiting av beinaranum og tær tráðleysu upplýsingarnar, finnur tú á einum lepa aftanfyri á beinaranum.

GG! Vit viðmæla, at man sjálvur velur eitt tráðleyst navn og loyniorð, heldur enn at brúka tað, sum stendur á lepanum á útgerðini.
Eitt gott og trygt loyniorð inniheldur: Minst 12 tekn. Smáar og stórar bókstavir. Tøl og sertekn.
Fleiri góð ráð til loyniorð eru at síggja á https://www.kt-trygd.fo/god-rad/god-loyniord/

Loyniorðið til umsiting av beinaranum skal broytast fyrstu ferð man ritar seg inn.

Loyniorðið skal brúkast til at umsita beinaran og má tí goymast.

Trýst á Network Setting og síðani á Wireless

Trýst á gula pílin í rútinum WIFI Settings

Zyxel beinarin er uppsettur til at bæði tráðleysu netini, 2.4 GHz og 5 GHz, brúka sama navn (Band Steering).

Fyri at broyta navnið og loyniorðið á tínum tráðleysa neti, skalt tú skriva eitt sjálvvalt tráðleyst navn í teigin WIFI Name (1) og síðani strika flugubeini í Random Password (2) og skriva eitt nýtt loyniorð inn í Password (2)

Síðani kanst tú skriva eitt sjálvvalt loyniorð í WIFI Password og trýst á ”Save

Soleiðis fært tú mest burturúr tínum breiðbandi
  • Tað tráðleysa signalið ávirkar ferðina á internetinum hjá tykkum – er signalstyrkin lág, kunnu tit uppliva lægri ferð og sambandið kann detta burtur.
  • Er tað tráðleysa sambandið óstøðugt ella dekkar beinarin ikki alt húsið, er best at ogna sær ein forsterkara. Her er tað møguligt at velja ímillum: Powerline/el-net loysn, AccessPoint ella ein forleingjara/extendara.
  • Um tú spælir spøl online, viðmæla vit at tú brúkar ein net-kaðal ella eina Powerline loysn, soleiðis at tú altíð hevur støðugt samband.
  • Um tú heldur at netið hjá tær koyrir ov seint kann tað vera upload, ið er trupulleikin. Nógv forrit nýta upload uttan avmarkingar, so sum Dropbox, iCloud, uTorrent, Skydrive osfr. Er alt uploadið í brúk, verður breiðbandið óstøðugt.
  • Um tit uppliva trupulleikar við tykkara tráðleysa neti, kann tað vera at kanalin, sum routarin sendur signal út á, er ovurbrúkt í grannalagnum.
  • Powerline/el-net loysnin brúkar el-netið í húsinum, sum ger at internetið tá verður beint víðari í gjøgnum el-netið.
  • Ein onnur loysn er at ogna sær ein tráðleysan forsterkara, ella extendara. Hetta tólið styrkir um tann tráðleysa dekningin í húsinum. Vit viðmæla AirTies smart wifi.
  • Um man hevur gamla útgerð, so sum gamlar Powerline skipanir ella gamlar forsterkarar, viðmæla vit at man skiftir hesar út regluliga, so tú altíð hevur tí nýggjastu tøknina.
  • Tað er altíð eitt gott hugskot, at tryggja sær at allar eindir altíð eru dagførdar.

Um tit hava fleiri spurningar, eru tit vælkomin til at venda tykkum til okkum á 80 80 80. Vit vegleiða tykkum fegin.