Hvussu kanni eg ferðina?
Heldur tú, at ferðin á tínum breiðbandi er lægri, enn hon burdi verið, so finnast tað nógvar tænastur á internetinum, sum tú kanst gera tær dælt av. Vit viðmæla hesa. Tá tú kannar ferðina, mást tú geva tær far um, um tú ert á breiðbandinum ella á 4G LTE.
Soleiðis fært tú tað mest eftirfarandi úrslitið.
- Teldan er knýtt til beinaran við einum LAN-kaðali.
- Tryggja tær, at tað bert er tín telda á netinum.
- Tryggja tær, at øll forrit, ið brúka breiðband, eru sløkt.
- Tak fleiri ferðtestir fyri at fáa eitt greitt úrslit.
Um tú vilt máta ferðina á einari fartelefon, kanst tú fara inn á speedtest.net. Tak Speedtest appina hjá Ookla niður, og máta ferðina. Forritið virkar til iOS, Android og Windows Phone.