Hvat merkir “Offline ikke mulig – ikke kontakt med center” á skíggjanum?
Tá hesin teksturin er at síggjá á skíggjanum, hevur tað sum oftast okkurt at gera við SIM-kortið, ið er í terminalinum.
Fylg mannagongdini niðanfyri:
- opna lúkuna á baksíðuni á terminalinum
- tak síðani SIM-kortið úr
- reinsa SIM-kortið varliga
- koyr SIM-kortið í terminalin aftur
- tendra terminalin aftur, við at trýsta á tann gula tastin og .,’ tastin í senn
Um terminalurin framvegis vísir “Offline ikke mulig – ikke kontakt med center” skalt tú ringja til terminaldeildina á 608080/1 ella til Supportina 608080/2
Greið teimum frá, at tú hevur fylgt omanfyri nevndu mannagongd.