Hvussu uppseti eg internetið á Android?
Vegleiðingin er gjørd við einari Samsung Galaxy S6 Edge+. Um tú hevur eina aðra stýriskipan, ella eina aðra telefon, so líkjast valmyndirnar møguliga ikki heilt, sum á myndunum niðanfyri.
1. Trýst á Apps

2. Trýst á Settings/Indstillinger

3. Vel Mobile netværk

4. Vel Adgangspunktsnavne/Navne på adgangspunkt
“Aktivera dataroaming fyri at brúka data uttanlands og fyri at brúka 2G (EDGE) data í føroyum.”

5. Um hesin teigurin er tómur, skalt tú trýsta á Tilføj ella +

6. Innset sum víst niðanfyri
- Navn: t.d. FT
- APN: internet
Síðani skalt tú trýsta á Mere og so Gem

7. Bakka aftur til Mobile Netværk, trýst síðani á Netværkstilstand

8. Vel LTE/3G/2G (tilslut automatisk) og bakka aftur.

Um internetið ikki riggar eftir hetta, kanst tú royna at sløkkja og tendra telefonina.