Hvussu uppseti eg Føroya Tele teldupostin á iPhone?
Við telduposti frá Føroya Tele hevur tú møguleikan at leggja teldupostin inn á teldu og telefon. Her er ein vegleiðing til hvussu tú gert tað á iPhone. Vegleiðingin er gjørd við stýrisskipanini iOS 12.0 – møguliga líkjast valmøguleikarnir ikki.
Far inn á Indstillinger/Settings
Rulla síðani oman til Adgangskoder & konti/Passwords & Accounts
Trýst á Tilføj konto/Add Account
Trýst á Anden/Other
Trýst á Tilføj e-mailkonto/Add Mail Account
Skriva tínar upplýsingar inn soleiðis:
- Navn
- Teldupost addressa
- Loyniorð
- Vel hvussu kontan skal verða kallað á telefonini.
Vanliga verður henda kallað mail/email/teldupost/olivant.
IMAP Uppseting
Um tú vilt brúka IMAP skipanina, skalt tú markera IMAP ovast og skriva imap.olivant.fo út fyri Værtsnavn. Útgangandi servari skal altíð verasmtp.olivant.fo. Tú kanst lesa meira um IMAP skipanina niðast í vegleiðingini
- Skriva teldupostin her
- Skriva teldupostin út fyri Brugernavn/Username
- Skriva loyniorðið hjá tær í teigin Adgangskode/Password
- Skriva teldupostin umaftur
- Skriva loyniorðið umaftur
- Trýst á Næste/Next ovast í høgru síðu
Nú eigur tað at rigga, men um tað ikki ger, so kann tað vera neyðugt at fara ígjøgnum hesi stigini, fyri at tryggja sær, at alt er rætt.
Byrja við at fara inn á teldupostaddressuna.
Vel síðani Konto/Account.
Trýst síðani á SMTP.
Vel smtp.olivant.fo.
Tryggja tær at Server er tendrað (grønt).
Undir Brugernavn/Username stendur teldupostaddressan.
Adgangskode/Password er loyniorðið til tín teldupost, hetta kemur vanliga inn av sær sjálvum.
Tendra Brug SSL/Use SSL (so tað er grønt).
Vel Adgangskode/Password undir Godkendelse/Authentication.
Skriva 587 í Serverport/Server Port.
Trýst síðani á OK/Done.
Vel nú Avanceret/Advanced.
Vanliga er tað ikki neyðugt at broyta nakað her.
Serverport/Server Port eigur at vera 993.
Niðanfyri eru myndir, ið vísa, hvussu tað vanliga sær út.