Hvussu seti eg teldupostin hjá Føroya Tele upp á iPhone við iOS 27?

Við telduposti frá Føroya Tele hevur tú møguleikan at leggja teldupostin inn á teldu og telefon. Her er ein vegleiðing til hvussu tú gert tað á iPhone. Vegleiðingin er gjørd við stýrisskipanini iOS 16 – møguliga líkjast valmøguleikarnir ikki.

Far inn á Indstillinger/Settings → Apps → Mail → Konti/Mail Accounts → Tilføj/Add Account.

Skriva teldupostadressuna í teigin og trýst á Næste/Next ovast til høgru.

Trýst á Tilføj anden konto/Add Other Account og síðani á Mailkonto/Mail Account.

Fyll út teigarnar á næstu síðu við navni, teldupostadressu, loyniorði og lýsing (navnið, sum telduposturin skal vísast við).

Skriva síðan upplýsingar um inngangandi og útgangandi servara:

Vel IMAP ovast

Navn/Name: Títt navn
Email: tín@teldupostur.fo
Description: Lýsing (Hvussu telduposturin skal eita á eindini)

Indgående/Incoming Mail Server
Navn/Name: imap.olivant.fo
Brugernavn/Username: tín@teldupostur.fo
Adgangskode/Password: Títt loyniorð

Udgående/Outgoing Mail Server
Navn/Name: smtp.olivant.fo
Brugernavn/Username: tín@teldupostur.fo
Adgangskode/Password: Títt loyniorð

  • Um telefonin biður um upplýsingar um teldupostservararnar, skalt tú skriva fylgjandi:
    1. Inngangandi teldupostservari (Indgående/Incoming Mail Server)
      1. IMAP Server: imap.olivant.fo
      2. Port: 993
      3. SSL/TLS
    2. Útgangandi teldupostservari (Udgående/Outgoing Mail Server)
      1. SMTP Server: smtp.olivant.fo
      2. Port: 587
      3. STARTTLS