Hvussu taki eg backup í Webmail
- Far inn í Outlook og vel “File” ovast í vinstra horni.

- Vel síðani “Open & Export”.

- Trýst á “Import/Export”.

- Vel “Export to a file” og trýst á Next.

- Vel “Outlook Data File (.pst)” og trýst á Next.

- Vel tað tú vil hava backup av – tað kann vera allur telduposturin ella ein ávís mappa.
- Set flugubein í “Include subfolders”, um tú eisini vil hava undirmappur við.

- Vel hvar tú vil goyma backup-fíluna á telduni – eitt stað, tú lættliga finnur hana aftur – og trýst á Finish.

- Outlook spyr, um tú vil verja backup-fíluna við einum loyniorði.
- Gev gætur! Um tú velur at seta loyniorð, má tað ikki gloymast – tí tá ber ikki til at lata fíluna upp aftur.

- Eftir hetta er backup-fílurin stovnaður.
- Tað er skilagott at royna at importera fíluna aftur í Outlook, fyri at tryggja at alt riggar. Hetta gert tú í somu “Import/Export” valmynd.

Hetta tekur bert backup av tí sum liggur á telduni og ikki tað sum liggur á Webmail.