Hvussu long er bíðitíðin, tá ið eitt breiðband verður bílagt?

Hevur breiðband ikki verið inni í húsinum áður ella stórar broytingar eru gjørdar inni í bygninginum, so má ein montørur út at gera eina innlegging. Hetta kann taka 1-3 vikur.

Um linjan er á røttu útgerð, breiðband hevur verið inni áður og alt hevur virkað sum ætlað, verður bíðitíðin munandi stytt til uml. 2-3 yrkadagar.