Hvussu kann eg betra um mítt tráðleysa net?
Beinarar, sum brúkast til tráðleysa internetið heima við hús, hava eins og onnur tráðleys tól avmarkaðan dekning. Tí er tað ikki vist, at signalið frá beinaranum røkkur allastaðni í húsinum. Gev tær tískil far um, hvar beinarin stendur í húsinum. Her eru nøkur gullkorn, hvussu tú kanst fáa sum mest burturúr tínum breiðbandi. Síggj filmin og les góðu ráðini niðanfyri.
1. Set beinaran fram
Tú mást ikki krógva beinaran í skápinum ella aftan fyri sofuna. Beinarin gevur signal, og hann hevur avmarkaðan dekning eins og onnur tráðleys tól. Set beinaran fram, helst ovarlaga mitt í húsinum, so hann hevur fría atgongd til hvørt rúm. Ogna tær forsterkarar fyri at styrkja um internetið, um talan er um stór hús.
2. Beinarin hevur fíggindar
Størstu fíggindarnir, sum órógva signalið frá beinaranum, eru vanlig hvønndagsting so sum sjónvørp, hátalarar, babyalarmar og mikroovnar. Hesi skulu standa í minsta lagi ein metur frá beinaranum. Byggitilfar so sum glas, metal, betong, aluminium og bjálving órógva eisini. Ogna tær forsterkarar, um tað er neyðugt.
3. Brúka kápil, har tað ber til
Tað er lætt at fløkjast í nógvum káplum, men brúka kápil, har tað ber til. Tráðleyst er gott, men kápil er betri, um tú hevur PlayStation, gamingteldur, snild sjónvørp og Apple TV í húsinum. Kápil gevur húsfrið, hóskandi ferð og gott samband, og eykaágóðin er, at kápil órógvar ikki alt hitt, tú gert á tráðleysa internetinum.
4. Haldið er motorvegurin
Tól í tonsatali og ørgrynna av tænastum koyra á internetinum í dag. Haldið er tín motorvegur, og er vegurin ikki nóg breiður til alla tína ferðslu, kanst tú fáa svikaligt samband. Hvat brúkar tú internetið til? Hvussu nógv eru tit? Hava tit telduspælarar í húsinum? Brúka tit Netflix? Set eitt roknistykki upp og spyr endiliga.
5. Útgerð er ikki neyðloysn
Her er eingin millumvegur. Ikki slaka, tá ið tú skalt velja beinara og útgerð. Hevur tú gamlan beinara, so skalt tú skifta hann út. Brúka tummilsregluna “er beinarin eldri enn 5 ár”, og er hann tað, skal hann skiftast. Nýggir beinarar eru skjótari og verða minni órógvaðir av øðrum tólum, og ogna tær forsterkarar um neyðugt.
6. Support út við
Vit á Føroya Tele skulu tryggja, at húsarhald og fyritøkur fáa sum mest møguligt burturúr breiðbandinum. Tí veita vit tænastu, har ið vit koma út og eftirkanna loysnina, um signalið, dekningurin og uppsetanin ikki er nøktandi. Av og á uppliva kundar svikaligt samband, hóast einki er galið við linjuni.