Hvussu finni eg mítt ICC-nummar við Android?
Vegleiðingin er gjørd við einari Samsung Edge OS . Um tú hevur eina aðra stýriskipan, ella eina aðra telefon, so líkjast valmyndirnar møguliga ikki heilt, sum á myndunum niðanfyri. Tað er neyðugt at heinta eina app í “Play Store”, fyri at finna ICC nummarið á Android
1. Opna Play Store

2. Vel Søg

3. Finn appina ICC ID

4. Vel Install

5. Opna appina

6. Appin vísur tær ICC-nummarið
