Hvussu fái eg mítt breiðbandshald frá øðrum veitara yvir í Ver?
Fyri at flyta títt breiðbandshald frá øðrum veitara (ikki Føroya Tele) til Ver, skalt tú fyrst útfylla eitt skjal, sum tú kanst taka niður her.
Síðani skal tað skrivast út og váttast. Tað er umráðandi, at váttanin verður undirskrivað við hond av viðkomandi, sum skal standa fyri haldinum.
Skjalið letur tú inn í eina Telebúð, ella tú skannar tað inn og sendir tað til ver@ver.fo og viðmerkir “breiðbandsumskifti”.
Velur tú at fara í eina av okkara Telebúðum, hjálpa vit tær fegin við at fáa títt breiðband yvir til Ver.
Hav í huga, at tú møguliga má keypa nýggjan beinara fyri at fáa ta ferð, tú ynskir.
Hetta fært tú eisini kunna teg um í Telebúðini.