Hvussu brúki eg víðaristilling tænastuna?  

Víðaristilling er ein møguleiki, sum tú hevur, um so er, at tú antin brúkar telefonina nógv, ella ikki ert heima. Tá kanst tú stilla telefonina um til eitt annað nummar, t.d. eina fartelefon.

Víðarstilling kann gerast upp á tríggjar mátar. Tú kanst víðaristilla, tá telefonin er bundin, tá eingin svarar, ella tú kanst víðaristilla allar uppringingar.

Víðaristilling, tá telefonin er bundin

Sjálvt um tú brúkar telefonina allan dagin, nýtist hon ikki at vera bundin. Tá uppringingar koma til tína telefon, meðan tú tosar, verða tær sjálvvirkandi stillaðar um til eitt valt nummar.

Sjálvandi kann telefonin brúkast sum vanligt, sjálvt um hon er stillað til eitt annað nummar.

Verður stovnað við at trýsta *67*telefonnummar# og strikað við #67

Víðaristilling, tá eingin svarar

Telefonin ringir – men tær nýtist ikki at skræða teg sundur fyri at taka hana. Tí eftir uml. 20. sek. verður stillað um til eitt annað nummar, sum tú frammanundan hevur valt.

Verður stovnað við at trýsta *61*telefonnummar# og strikað við #61

Víðaristilling av øllum uppringingum

Uppringingarnar til tína telefon kunnu nú sjálvvirkandi verða stillaðar víðari og svaraðar av grannum, starvsfelagum – ella kanska har, sum tú ert, sjálvt um tú ikki ert heima.

Verður stovnað við at trýsta *21*telefonnummar# og strikað við #21