Hvussu brúki eg boðtænastuna?

Boðtænastan er ein boðklivi, sum virkar soleiðis, at tann, sum ringir til tína fartelefon, altíð fær boð, hóast telefonin ikki svarar, einki samband er við hana, ella hon er bundin.

Tú kanst víðaristilla telefonina til Boðtænastuna:

  • tá ið telefonin er bundin [kota 67]
  • tá ið einki samband er ella telefonin er sløkt [kota 62]
  • tá ið tað ikki svarar [kota 61]
  • allar uppringingar [kota 21]

Tú kanst leggja eini persónlig boð. Um ikki tú gert tað, verða eini sjálvvirkandi boð givin. Fyri uppsetan og inntalu av boðum, fært tú eina vegleiðing, tá tú ringir 480000 við fartelefonini.

Tá ið tú skalt nýta Boðtænastuna:

At seta Boðtænastuna til:

  • trýst [*]
  • trýst [valdu kotuna, sí omanfyri]
  • trýst [*]
  • trýst [+298480000]
  • trýst [#]
  • trýst [Hornið av]

At sløkkja Boðtænastuna aftur:

  • trýst [#]
  • trýst [valdu kotuna]
  • trýst [#]
  • trýst [Hornið av]

Sms-boð
Tá eini boð verða løgd til tín í Boðtænastuni, fært tú eini sms-boð sendandi. Um tú ikki vilt hava hesi boð, so sig okkum frá, og vit sløkkja fyri møguleikanum.

Teldupostur
Eisini ber til at fáa boð við telduposti, um tú sigur okkum frá, og skrásetir tína teldupostadressu.