Hvørjar treytir eru til Víðkað reiking?

Tá ið tú loyvir víðkaðari reiking, gevur tú ver rætt til at trekkja pening av tínum gjaldkorti, sum er knýtt at tíni gjaldsavtalu, um tú kemur at tosa fyri meira enn upphæddina á tíni ver-kontu. Verður peningur trektur av tínum gjaldkorti, verður altíð rundað upp til næsta hundrað. Restin av upphæddini verður sett inn á ver-kontuna.

Hevur tú sjálvvirkandi áfylling, so verður tað tann upphæddin, tú hevur avtalað við sjálvvirkandi áfylling, sum verður trekt. Tú fært eini sms-boð, hvørja ferð peningur verður trektur av tínum gjaldkorti.

Dømi: Um tú hevur tosað fyri 157 krónur meira enn tað, sum var á tíni ver-kontu, trekkja vit 200 krónur av tínum gjaldkorti. Tær 157 krónurnar fara til at dekka tína nýtslu, meðan tær 43 krónurnar verða settar á tína ver-kontu.

Hevur tú sjálvvirkandi áfylling á t.d. 300 krónur, trekkja vit 300 krónur av tínum gjaldkorti og seta 330 krónur á tína ver-kontu, harav tær 157 kr. síðan verða trektar av aftur fyri at dekka tína nýtslu. Tær 300 krónurnar, ið verða trektar av tínum gjaldkorti, verða til 330,- krónur, eftirsum tú hevur tilsett sjálvvirkandi áfylling. Við sjálvvirkandi skráseting fært tú jú 10% eyka.