Hvørja ferð kann eg vænta við 4G?

4G hevur eina teoretiska ferð upp til 260 Mbit í download, og skalt tú uppliva hægst møguligu ferð, mást tú hava eina Cat6-telefon. Tað eru snildfonir sum til dømis iPhone 8, Samsung Galaxy S8 ella nýggjari. Aðrar snildfonir, ið ikki eru Cat6, hava eina avmarking á 150 Mbit. Teoretisk ferð merkir tann ferðin, sum sendistøðin sendir út í luftina. Hvørja ferð tú fært á fartelefonini, er ringt at siga neyvt, tí tað er treytað av, hvussu langt tú ert frá eini støð, hvussu nógv onnur brúka netið frá somu støð og hvørja fartelefon tú hevur.