Hvørja ferð kann eg vænta á Farbreiðbandinum?

4G LTE hevur eina teoretiska ferð upp til 260 Mbit í download, og skalt tú uppliva hægst møguligu ferð, mást tú hava ein Cat6-beinara. Beinarar, ið ikki eru Cat6, hava eina avmarking á 150 Mbit. Teoretisk ferð merkir tann ferðin, sum sendistøðin sendir út í luftina. Hvørja ferð tú fært á beinaranum, er ringt at siga neyvt, tí tað er treytað av, hvussu langt tú ert frá eini støð, hvussu nógv onnur brúka netið frá somu støð og hvønn beinara tú hevur.

Les meir her um hvat kann ávirka ferðina.