Hví riggar mítt Farbreiðband ikki?
Í nógvum førum kanst tú loysa trupulleikan sjálv/ur, um tú brádliga varnast, at tú einki samband hevur. Her eru nakrar tummilsreglur:
- Er streymur til Farbreiðband beinaran?
- Er tráðleysa netið tendrað? Hygg, um WiFi knøtturin framman á tínum beinara lýsir grønt.
- Ert tú yvirhøvur á WiFi á tínum tóli?
- Um internetið hjá tær ikki riggar, er tað altíð eitt gott hugskot at endurstarta beinaran sum tað fyrsta. Sløkk, tel upp í 20 sekund, tendra og bíða í 10 minuttir. Um hetta ikki riggar, kanst tú eisini royna at endurstarta tína teldu, tína snildfon, tín teldil ella tað tólið, sum tú skalt hava internetsamband á.
- Er einki data eftir á haldinum? Sum ver kundi, kanst tú rita inn á Mítt ver og fylgja við nýtsluni. Vinnukundar kunnu fylgja við nýtsluni her.
Um einki av hesum riggar, kann tað vera ein feilur á linjuni. Í hesum førum sita vit klár at hjálpa tær. Ring vinaliga 808080 og trýst á 3, so fært tú fyrstafloks support í hornið ístaðinfyri.