Hví riggar internetið ikki?

Í flestum førum kanst tú loysa trupulleikan sjálv/ur, um tú brádliga varnast, at tú hevur mist internetsambandið heima við hús. Her eru nakrar tummilsreglur:

  • Er streymur til beinaran?
  • Er tráðleysa netið tendrað? Hygg, um WiFi knøtturin framman á tínum beinara lýsir grønt.
  • Er stikkið dottið út beinaranum?
  • Ert tú yvirhøvur á WiFi á tínum tóli?
  • Er kaðalin millum beinara og vegg illa farin?

Um internetið hjá tær ikki riggar, er tað altíð eitt gott hugskot at endurstarta beinaran sum tað fyrsta. Sløkk, tel upp í 20 sekund, tendra og bíða í 10 minuttir. Um hetta ikki riggar, kanst tú eisini royna at endurstarta tína teldu, tína snildfon, tín teldil ella tað tólið, sum tú skalt hava internetsamband á.

Um einki av hesum riggar, kann tað vera ein feilur á linjuni. Í hesum førum sita vit klár at hjálpa tær. Ring vinaliga 808080 og trýst á 3, so fært tú fyrstafloks support í hornið ístaðinfyri.