Hví er ferðin so lág á mobil netinum?

Ferðin, tú fært, kann vera ymisk frá einum staði til annað. Her eru fýra ting, ið kunnu ávirka tína ferð.

  • Talið á nýtarum, sum eru á samstundis og á somu antennu, hevur týdning fyri ta ferðina, tú kanst fáa.
  • Ert tú nær við eina antennu, fært tú høga ferð. Samsvarandi minkar ferðin, jú longur burtur tú ert.
  • Tú fært altíð betri dekning uttandura enn innandura. Fjøll, bygningar og annað kann tó ávirka signalið.
  • Tín útgerð hevur týdning. Fyri at fáa ágóðan av 4G LTE mást tú hava eina snildfon og SIM kort, ið stuðlar 4G LTE. Kanna her, um tú ert til reiðar til 4G LTE. Hevur tú ikki útgerð, ið stuðlar 4G LTE, fært tú 2G/3G dekning ístaðin.
  • Tað er altíð eitt gott hugskot at endurstarta útgerðina sum tað fyrsta. Sløkk, tel upp í 20 sekund, tendra og royn aftur.