Hvat skal eg gera, um eg flyti bústað og skal hava breiðbandið við mær?

Skal breiðbandið flytast frá einum bústaði til annan, er sama mannagongd galdandi sum við stovning av nýggjum haldi. Hevur breiðband ikki verið inni í nýggja bústaðnum áður, má ein montørur út at gera eina innlegging. Hetta kann taka alt frá 1 til 3 vikur.

Hevur breiðband verið inni í nýggja bústaðnum áður, og alt hevur virkað sum ætlað, verður bíðitíðin munandi stytt til umleið 2-3 yrkadagar.

Nýggj breiðbandsútgerð er ikki neyðug, tá breiðbandið verður flutt til nýggjan bústað.