Hvat er víðkað reiking?

Víðkað reiking merkir, at tú letur upp fyri, at tú kanst fara á netið hjá øllum útlendskum televeitarum, og soleiðis kanst tú við víðkari reiking ringja, smsa og brúka data í øllum londum treytað av, at tú hevur pening á tíni Føroya Tele-kontu og/ella hevur keypt tær datapakka at nýta á ferðini. Tá ið tú ferðast uttan fyri Norðurlond, kann ávís tíð ganga (vanliga upp til 4 tímar), áðrenn vit fáa skrásett tína nýtslu; tí kann koma fyri, at tú tosar fyri meir, enn tú hevur á Føroya Tele-kontu . Vit trekkja altíð fyrst pening av tíni Føroya Tele-kontu og síðani av tínum gjaldkorti. Tú fært eini sms-boð, hvørja ferð vit trekkja pening av tínum gjaldkorti.

Dømi: Um tú hevur 100 krónur á tíni Føroya Tele-kontu, og tú tosar fyri 156 krónur, er tað ikki vist, at samrøðan verður avbrotin, tá tú fert framvið teimum 100 krónunum, sum hon vanliga ger. Men so skjótt Føroya Tele hevur fingið skrásett nýtsluna, trekkja vit tær 100 krónurnar av tíni Føroya Tele-kontu, umframt 100 kr av tínum gjaldkorti, harav tær 56 krónurnar fara at dekka tína nýtslu, meðan hinar 44 krónurnar verða settar á tína Føroya Tele-kontu. Samstundis fært tú eini sms-boð um, at peningur er trektur av tínum gjaldkorti.

Tú ritar inn á Mítt FT og velur at loyva Víðkað reiking. Tá tú hevur loyvt Víðkað reiking, verða eini sms-boð send til títt hald við eini kunning um, at Víðkað reiking er sett til títt hald.

Vinnuhald hava altíð Víðkað reiking sett til.