Hvat er ReikaSumHeima?

Hvat er ReikaSumHeima?

ReikaSumHeima er uttanlandstænasta, sum tú keypir eyka, tá ið tú hevur Føroya Tele hald. Tænastan hevur áður verið kallað VerSumHeima. Við tænastuni fært tú alt Evropa og Ísrael íroknað, sama hvat hald tú hevur, men hevur tú haldini 30GB, 70GB ella Frítt data, fært tú fleiri onnur lond afturat – t.d. USA og Kanada, Kina og Russland, Filipsoyggjar og Suðurkorea, Avstralia og Nýsæland og Brasil.

Hevur tú ReikaSumHeima+, kanst tú tosa 30 tímar til galdandi lond, aðrar 30 tímar í galdandi landum, senda 1000 sms í alt til, í og úr galdandi londum og brúka íroknað data – í mesta lagi 50GB – í galdandi londum.

Hevur tú ReikaSumHeima, kanst tú tosa 20 tímar til galdandi lond, aðrar 20 tímar í galdandi landum, senda 1000 sms í alt til, í og úr galdandi londum og brúka íroknað data – í mesta lagi 30GB – í galdandi londum.

Hvussu nógv kostar ReikaSumHeima?

ReikaSumHeima kostar 100 krónur um mánaðin, sama hvat hald tú hevur, og sama hvussu nógv hald tú hevur knýtt saman. Tú kanst hava upp til 6 hald knýtt saman, og øll rinda eitt gjald saman um mánaðin. Tá tú tendrar ReikaSumHeima, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið, og tú rindar fult gjald og mánaðin eftir, áðrenn ReikaSumHeima kann niðurstigast aftur.

Hvar er ReikaSumHeima galdandi?

ReikaSumHeima er galdandi í øllum Evropa og Ísrael, sama hvat hald tú hevur, men velur tú Føroya Tele haldini 30GB, 50GB ella 70GB, fært tú eina rúgvu av londum omaná. Her er yvirlitið yvir øll galdandi lond í ReikaSumHeima:

ReikaSumHeima+

Afganistan • Alaska • Albania • Algeria • Amerikonsku Jomfrúoyggjar • Andorra • Anguilla • Antigua og Barbuda • Argentina • Armenia • Aruba • Aserbadjan • Asorurnar • Avstralia • Áland • Bahamas • Barain • Barbados • Belgia • Bermuda • Bonaire • Bosnia Hersigovina • Botsvana • Bretsku Jomfrúoyggjar • Brunei • Bulgaria • Burkina Faso • Brasil • Caymannoyggjar • Curacao • Danmark • Demokratiska Lýðveldið Kongo • Dominika • Dominikalýðveldið • Dubai • Egyptaland • Ekvator • Ekvatorguinea • El Salvador • Estland • Eysturríki • Filipsoyggjar • Finnland • Fílabeinsstrondin • Frankaríki • Fronsku Guiana • Gana • Georgia • Gibraltar • Gotland • Grenada • Grikkaland • Grønland • Guadeloup • Guatemala • Guernsey  Guinea-Bissau • Guinea • Gujana • Hawaii • Holland • Honduras • Hong Kong • Hvítarussland • Ibisa • India • Indonesia • Isle of Man • Isle of Weight • Italia • Írland • Ísland • Ísrael • Jamaika • Japan • Jersey • Jordan • Kabo Verdi • Kanada • Kanariuoyggjar • Kasakstan • Katar • Kekkia • Kili • Kina • Kolumbia • Kosovo • Kosta Rika • Kroatia • Kuvait • Kýpros • Lettland • Liberia • Liktinstein • Litava • Luksemborg • Madeira • Makao • Makedonia • Malaisia • Mali • Malta • Mallorka • Malavi • Minorka • Marokko • Martinique • Meksiko • Moldova • Monako • Mongolia • Montenegro • Montserrat • Mosambik • Nikaragua • Norðurírland • Noreg • Nýsæland • Oman • Ongland • Panama • Paraguai • Páskaoyggin • Peru • Rodos • Portugal • Pólland • Puerto Riko • Rumenia • Russland • San Marino • Sameindu Emirríkini • Sansibar • Sardinia • Saudiarabia • Serbia • Skotland • Slovakia • Slovenia • Singapor • Sisilia • Spania • Sri Lanka • St. Kitts og Nevis • St. Lusia • St. Vinsent • Suðurafrika • Suðurkorea • Surinam • Sveis • Svøríki • Tailand • Taivan • Tansania • Togo • Trinidad og Tobago • Tunesia • Turkaland • Turks- og Caicosoyggjar • Týskland • Ukraina • Ungarn • Uruguai • USA • Usbekistan • Vjetnam • Wales

ReikaSumHeima

Albania • Andorra • Asorurnar • Áland • Belgia • Bosnia Hersigovina • Bulgaria • Danmark • Estland • Eysturríki • Finnland • Frankaríki • Fronsku Guiana • Gibraltar • Gotland • Grikkaland • Grønland • Guadeloup • Guernsey  Holland • Hvítarussland • Ibisa • Isle of Man • Isle of Weight • Italia • Írland • Ísland • Ísrael • Jersey • Kanariuoyggjar • Kekkia • Kosovo • Kroatia • Kýpros • Lettland • Liktinstein • Litava • Luksemborg • Madeira • Makedonia • Malta • Mallorka • Minorka • Martinique • Moldova • Monako • Montenegro • Norðurírland • Noreg • Ongland • Rodos • Portugal • Pólland • Rumenia • San Marino • Sardinia • Serbia • Skotland • Slovakia • Slovenia • Sisilia • Spania • Sveis • Svøríki • Turkaland • Týskland • Ukraina • Ungarn • Wales

Hvørjum skal eg halda eyga við?

Ert tú staddur í einum landi, ið liggur tætt upp at einum øðrum landi, har ReikaSumHeima ikki er galdandi, kann telefonin fara yvir á eitt net hjá grannalandinum, um tú ert nær við landamarkið. Hetta merkir, at tú kanst rinda vanligan uttanlandskostnað, um tú ert á einum skeivum neti. Gev tær tískil far um netið, tú ert á, og um títt ferðamál er grannaland til eitt land, har tænastan ikki er galdandi.

Satellitnet ella ikki

Um tú ert á eini ferju ímillum tvey lond, mást tú geva tær far um, um tú ert á einum satellitneti ella á einum neti hjá okkara veitarum. Satellitnetið er ikki partur av tænastuni. Harvið eru prísirnir eisini nógv hægri. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 80 19 90, um tú hevur nøkur ivamál.

Hvør kann fáa ReikaSumHeima?

ReikaSumHeima er ein eykatænasta, sum øll, ið hava haldini 5GB, 15GB, 30GB, 70GB og Frítt data, kunnu fáa sær. Tú kanst velja tænastuna til ella frá, tá tú stovnar eitt fartelefonhald.

Tørv á meira data?

Um tær tørvar meira data enn tað, tú kanst brúka í einum ReikaSumHeima-landi um mánaðin, kanst tú keypa eyka data. Eyka data upp á 10GB kostar 200 krónur, og tað keypir tú inni á Mítt FT ella við at senda eitt sms til 1990 við boðunum “10gb” (uttan gásareygu).

Hvussu er ferðin á netinum í einum ReikaSumHeima-landi?

Tú kanst vænta, at ferðin á netinum er lægri, enn hvat tú plagar at fáa í Føroyum, tá tú brúkar data í einum VerSumHeima-landi. Tað er ymiskt frá einum landi til annað, hvørjar avtalur vit hava við teir ymsu televeitararnar. Í ávísum londum hava vit góðar 4G-avtalur við veitararnar, meðan vit hava 3G-avtalur við veitarar í øðrum londum.