Hvat er ver?
Ver er ein tænasta hjá Føroya Tele og brúkar netið og allar førleikar hjá Føroya Tele. Sostatt tryggjar Føroya Tele, at dygdin á netinum og tænastuni er góð.
Endamálið við ver er at geva føroyingum møguleika fyri dygdargóðum fartelefon-, heimatelefon- og breiðbandshaldum, sum eru trygg og laga seg til nýtsluna hjá tí einstaka.
Ver vil stutt sagt veita slóðbrótandi tænastur, sum eru smidligari, betri og einfaldari. Fyri at hetta skal bera til, verður alt samskiftið millum kundan og ver lagt út á netið. Á heimasíðuni ver.fo skrásetir kundin seg, velur hald, skrásetir gjaldkort og fyllir á. Síðan verður ein avtalað upphædd kravd av tínum gjaldkorti frammanundan hvønn mánað.