Hvat er Port-forwarding?

Við Port-forwarding kanst tú lata sokallað portur upp á beinaranum. Hesi portrini loyva síðani forritum t.d spølum og øðrum atgongd og ger tað møguligt hjá tær at spæla online. Hetta er tó vanligvís ikki neyðugt við teldum, men heldur við Xbox og PlayStation.

Um tú hevur trupulleikar við at spæla onkur spøl online, t.d Battlefield ella Call of Duty, kann tað vera neyðugt hjá tær at opna portur inn á beinaranum. Er hetta nakað, tú ynskir at gera, kanst tú fara inn á Portforward.com og finna spælið hjá tær. Har finnur tú eina vegleiðing til, hvussu tú gert tað inni á beinaranum, og hvørji portur tú skalt brúka til tey ymsu spølini.

Tað eru tó tvey portur, ið tú ikki kanst opna á Technicolor beinarum: Portur 443 og 80.

 

Gev gætur! Føroya Tele tekur ikki ábyrgd av tílíkum broytingum. Port-forwarding broytingar eru upp á egna ábyrgd.