Hvat er farbreiðband?

Farbreiðband er mobilt breiðband. Tað er tráðleyst og flúgvandi skjótt 4G LTE internet til heima ella úti í bilinum, bátinum og húsvogninum – ella har, tú ert á ferð. Eitt farbreiðband virkar á farnetinum hjá Føroya Tele, sum er í avgjørdum heimsklassa og er nokk tað besta av sínum slagi í Føroyum í løtuni.