Hvar kann eg broyta ferðina á breiðbandinum?
Um tú hevur privat breiðband frá Føroya Tele, ert tú vælkomin at ringja til okkum á 808080 ella skriva til kundi@ft.fo.
Hevur tú eitt vinnuligt breiðband frá Føroya Tele, kanst tú broyta ferðina við at seta teg í samband við tín vinnuráðgeva.