Er nakar munur, hvussu eg gjaldi fyri eitt breiðband frá Ver og eitt breiðband frá Føroya Tele?
Um tú hevur eitt breiðbandshald frá Føroya Tele, so rindar tú afturút hvønn mánað. Tað merkir, at rokningin fyri farna mánað kemur fyrst í verandi mánað.
Hevur tú hinvegin eitt breiðbandshald frá Ver, so rindar tú frammanundan hvønn mánað. Tú skalt gera eina gjaldsavtalu, so peningurin sjálvvirkandi verður tikin av tíni bankakontu. Hetta verður gjørt, tá tú skrásetir teg sum brúkara. Hevur tú frammanundan eitt fartelefonhald frá Ver, so stovnar tú sjálvsagt breiðbandshaldið undir sama brúkara.