Hvar finni eg mína PIN/PUK-kotu?

Ver
Um tú hevur fartelefonhald frá Ver, kanst tú finna tína PIN/PUK-kotu inni á Mitt ver. Rita inn í Mítt ver og vel síðani SIM kort undir telefonnummarinum. Um tú ikki hevur Mítt ver, ber til at ringja til kundatænastuna á tel. 808080 og trýsta á 2.

Vinnuhald
Um tú hevur vinnuligt fartelefonhald frá Føroya Tele, kanst tú finna tína PIN/PUK-kotu við at rita inn á Vinnurúmið. Um tú ikki hevur Vinnurúmið, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Vinnudeildina á tel. 303370.