Áðrenn tú fert úr Føroyum

  • Tryggja tær, at tú hevur tænastuna VerSumHeima, tá tú ferðast í VerSumHeima-landi. VerSumHeima kostar 100 kr. um mánaðin, sama um tú hevur eitt ella fleiri hald knýtt saman. Her sært tú, hvar VerSumHeima er galdandi.
  • Loyv “Víðkað reiking” fyri at kunna ringja, smsa og brúka data á netinum hjá útlendskum televeitarum. Tú loyvir “Víðkað reiking” inni á Mítt ver. Les meira um “Víðkað reiking” her.
  • Um títt SIM-kort er eldri enn 1 ár, eru stór sannlíkindi fyri, at tú mást hava eitt nýtt SIM-kort fyri at sleppa á netið hjá útlendskum televeitarum, og fyri at fartelefonin skal rigga, sum hon skal. SIM-kort fært tú ókeypis í Telebúðini. Her kanst tú kanna, um tær tørvar eitt nýtt SIM-kort.
  • Fyri at data skal virka uttanlands, krevja fleiri útlendskir televeitarar, at APN (internet til fartelefonina) er uppsett. APN kann detta burtur, tá ið tú skiftir SIM-kort, ella tá tú kemur á eitt útlendskt telenet. Les um APN uppseting her.
  • Um tú ikki ert í einum VerSumHeima-landi, ella um tú ikki hevur VerSumHeima, mást tú hava pening á tíni Verkontu til at tosa og smsa við ella hava fylt data á. Rita inn í Mítt Ver fyri at seta pening á ver-kontuna og fyri at keypa data her.
  • Data roaming skal verða tendrað, tá ið tú brúkar data uttanfyri Føroyar.