Spora seyðin

Spora er eitt produkt, ið knýtir teg nærri at tínum seyði. Við Spora kanst tú hava eftirlit við seyðinum og lættliga finna hann og fylgja við honum á fartelefonini og telduni. 

Spora er ein GPS-høvuðstóleind og fleiri smærri Bluetooth-tóleindir, sum verða festar upp á seyðin. Allar tóleindirnar eru haldgóðar, lættar og vatntættar.

At spora seyðin er grundarlagið undir Spora, men við produktinum fært tú eisini at vita standin á seyðinum. Tú fært ávaringar um høgan/lágan aktivitet, hitalag og um seyðurin fer út um mark.

Um tú vilt vita meira um Spora, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Mohr Hermansen, produktleiðara, á tel. 243303.