Marknaðarfólk til Føroya Tele

Brennir tú fyri marknaðarføring, og dámar tær at arbeiða við tølum, greiningum og talgildum loysnum? So er hetta kanska starvið fyri teg. 

Vit leita eftir einum forvitnum og ágrýtnum marknaðarfólki, sum hevur áhuga fyri bæði marknaðarføring, brúkaraatferð og talgildum loysnum. 

Um starvið 

Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. januar 2027 til og við 31. mars 2028, har tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi. Tú fært møguleika at arbeiða bæði við strategiskum og praktiskum uppgávum. 

Vit leita serliga eftir tær, sum dámar at fara eitt sindur djúpari – at skilja tølini aftanfyri marknaðarføringina, finna út av, hvat riggar, og hvussu vit kunnu gera tað enn betur. Samstundis hevur tú áhuga fyri talgildum skipanum og dámar væl at seta teg inn í nýggj amboð og møguleikar. 

Uppgávurnar verða millum annað at: 

  • vera við til at fremja okkara marknaðarstrategi og marknaðarætlanir 
  • greina og eftirmeta átøk við støði í tølum, dátum og úrslitum 
  • loysa smærri grafiskar uppgávur 
  • koma við uppskotum til, hvussu vit kunnu betra og menna okkara marknaðarføring 
  • umsita, dagføra og menna innihald á okkara heimasíðum og øðrum talgildum pallum 

 Tín vangamynd 

Vit ímynda okkum, at tú: 

  • hevur viðkomandi útbúgving innan marknaðarføring, samskifti, talgildar miðlar ella líknandi. 
  • hevur royndir innan marknaðarføring 
  • hevur góða fatan av marknaðarføring og áhuga fyri, hvat fær brúkarar at hugsa og handla, sum teir gera.  
  • ert forvitin, greinandi og dugir at síggja samanhangir í tølum og upplýsingum, sum kunnu hjálpa okkum at taka betri avgerðir. 
  • trívist væl við at arbeiða við talgildum skipanum, hevur gott tekniskt tev og dámar at seta teg inn í nýggj forrit og amboð. Tú arbeiðir skipað, hevur eyga fyri smálutum og dámar væl at fáa tingini at rigga. 
  • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva við onnur. 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við: 

  • Canva, Photoshop ella líknandi forriti 
  • at umsita heimasíður og aðrar talgildar skipanir 

Starvs- og lønarviðurskifti

Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Lønin verður ásett við støði í viðkomandi sáttmála og royndum.

Umsókn og freist

Starvið verður sett 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu. Umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. novembur 2026. Samrøður verða hildnar leypandi. 
 
Søk starvið her. 

Samband

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Lív Sørensen

Marknaðarleiðari
Marknaðardeild

Bára M. Gásadal

Starvsfólkastjóri
Leiðsla, HR-deildin