Maiken Jensen

Maiken er gomul í garði. Hon byrjaði sína starvsleið á Føroya Tele í 1967 og er 69 ár í dag. Hon er millum bestu sølufólk í fyritøkuni.

”Vit vórðu róptar ’tær grønu’, tí tað varð álagt okkum at ganga í grønum búnum. Vit høvdu ábyrgd av øllum samskifti – telefonsamrøðum, Tórshavn Radio, telegrammum og so framvegis. Vit høvdu eisini ein boðdrong, sum rann heim til tey, ið ikki høvdu telefon heima við hús. Í dag kanst tú fáa fatur á allari verðini, tá tú hevur hug”.