Julian Ronaldsson
Julian er samskipari í Telebúðunum í Hoyvík og Havn. Hann fylgir vøruni heilt frá, at hon rakar marknaðin, og til kundin stendur við henni í hondini.
”Eg havi fingið støðugt størri ábyrgd, meðan eg havi arbeitt á Føroya Tele. Eg byrjaði sum handilslærlingur, men í dag taki eg mær eisini av innkeypi. Eg velji vørur til allar Telebúðirnar, og av tí sama kenni eg væl marknaðin og veitararnar”.