
KT-support lærlingur til Vinnudeildina
Hevur tú áhuga fyri kunningartøkni, og dámar tær at hjálpa øðrum við góðum og greiðum loysnum? So kann læruplássið sum KT-support lærlingur hjá Føroya Tele vera rætta stigið fyri teg.
Sum KT-support lærlingur verður tú partur av Vinnudeildini, har tú fært eina spennandi og læruríka lærutíð við fjølbroyttum uppgávum. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum, sum vegleiða og læra frá sær, soleiðis at tú mennir tínar fakligu og persónligu førleikar.
Vit bjóða tær
- eina spennandi KT-útbúgving við góðari samanrenning millum arbeiði og skúlagongd
- eitt mennandi læruumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
- góða innleiðslu og vegleiðing alla lærutíðina
- góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning
- eitt arbeiðspláss, har samstarv, trivnaður og menning eru í hásæti
Tín vangamynd
Vit síggja fyri okkum, at tú:
- hevur áhuga fyri kunningartøkni og nýggjari tøkni
- ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar
- hevur hug at læra og menna teg fakliga
- arbeiðir miðvíst og dámar at taka ábyrgd
- hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur aðrar viðkomandi royndir
Um læruplássið
Læruplássið er á Vinnudeildini og tú fært eisini møguleika at royna teg á øðrum deildum hjá Føroya Tele. Harumframt verður skúlagongd á Miðnámi á Kambsdali, har tú tekur KT-supportaraútbúgvingina.
Í gerandisdegnum fert tú millum annað at:
- hjálpa vinnukundum at finna góðar KT-loysnir, m.a. við telefoni, IP-telefoni og øðrum KT-spurningum
- arbeiða við uppseting og tillaging av telefoniloysnum hjá kundum
- fáa innlit í netverk, WiFi, Microsoft 365 og IP-telefoni
- luttaka í rakstri og feilfinning av telefoni og KT-loysnum
- samstarva um tryggar samskiftis- og KT-loysnir til vinnukundar
Starvs- og lønarviðurskifti
Arbeiðsstaðurin er á Vinnudeildini í Klingruni í Hoyvík.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið, galdandi fyri Føroya Tele.
Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum læruplássið fyri teg? Vit gleða okkum at fáa tína umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 30. august 2026.
Lærutíðin byrjar skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Søk starvið her.
Samband
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.