Hetta er ikki ein aprílsøga. Nú fótbólturin liggur í dvala, fara FSF og Føroya Tele at skipa fyri eini e-fótbóltskapping millum fótbóltsfeløgini í Føroyum. Føroya Tele e-Deildin verður í døgunum 7., 14. og 21. apríl, og kappingin verður skipað soleiðis, at hvørt felag hevur eitt lið við tveimum leikarum. Leikt verður á netinum og í spælinum eFootball PES2020. Innleiðandi umførini verða leikt 7. og 14. apríl, og ein dystur er samansettur av tveimum dystum, har ið samlaða úrslitið av báðum dystunum telur.

Í alt 11 feløg hava boðað frá luttøku, og tey eru: B36, B68, B71, EB/Streymur, FC Suðuroy, HB, NSÍ, ÍF, TB, Víkingur og 07 Vestur.

Í innleiðandi umførunum eru tríggir bólkar, og feløgini eru bólkað soleiðis:

  • Bólkar 1: HB – B36 – Víkingur – ÍF
  • Bólkur 2: NSÍ – B68 – B71
  • Bólkur 3: TB – FC Suðuroy – 07 Vestur – EB/Streymur

Liðini, ið enda nummar eitt og tvey í hvørjum bólki, spæla seg víðari til finaluumfarið 21. apríl. Finaluumfarið verður skipað við knock-out, hálvfinalum og finalu.

Høvuðsvinningurin er eitt PlayStation4 og eitt eintak av eFootball PES2020, ið Føroya Tele letur, umframt at vinnarin fær eitt steyp til ognar.
Hóast dystirnir verða leiktir á netinum, so kunnu øll fylgja við. Allir dystirnir verða nevniliga sendir beinleiðis á YouTube-rásini “FSF Varpið” hjá FSF.