Anna Djurhuus

Anna er KT-supportlærlingur og harvið okkara fyrsti kvinnuligi lærlingur í Supportini. Hon er nærløgd og dugir væl at knýta kundan saman við tøknina.

”Eg havi onga tøkniliga baggrund, men eg havi altíð havt ein áhuga fyri teldum og serliga telduspølum. Eg trívist væl sum einasta kvinna í Supportini, tí læruplássið er bæði læruríkt og mennandi. Harumframt havi eg møguleika at fyrireika meg væl til fakligu skúlagongdina, sum eisini er partur av lærutíðini”.